Sverri vann 2. World Cup á rað

 Miðvingur Sverri S. Nielsen gjørdi tað aftur, hann vann fyri løtu síðan World Cup finaluna.

Sverri lá nummar 2 meginpartin av fyrru helvt á teininum, men so kom hann framum norðmannin, sum annars hevði ligið nr. 1 - Sverri vann við tíðini 7.24, tað var sera javnt á málstrikuni - norðmaðurin Kjetil Borch var bara 42/100 av einum sekundi aftanfyri Sverra.

Hjartaliga tillukku Sverri.