Suðuroyartunnil eigur at koma upp í Skúgvoy


LV skrivar:






VERKÆTLAN: Av trygdarávum og fyri skúgvoyingar og føroyingar sum heild, eigur Suðuroyartunnilin at koma upp í Skúgvoy, so talan verður um tveir styttri í staðin fyri ein langan tunnil, sum er munandi meira avbjóðandi í mun til trygdina. Somuleiðis er ógvuliga óskynsamt at lata tunnilin koma upp við Skarvanes í staðin fyri norðanvert bygd. Hetta fer bæði at økja um samlaða teinin millum Sandvík og Tórshavn, eins og landið tá má gera stórar íløgur í avleiddar verkætlanir við Sandslíð og í Sands bygd, har ferðslan skal leiðast ígjøgnum.


Í juni kom álit frá arbeiðsbólkinum, sum Samferðslumálaráðið setti at orða tilmæli um Suðuroyartunnilin. Landsverk heldur tað vera gleðiligt, at Samferðslumálaráðið hevur valt at seta ljós á arbeiðið við Suðuroyartunlinum. Stovnurin tekur tó ikki undir við tilmælinum hjá arbeiðsbólkinum um at gera ein langan tunnil úr Sandvík til Skarvanesar.

Hetta bæði tá ræður um framkomuleika og í mun til kostnaðarmiklar, avleiddar verkætlanir, sum arbeiðsbólkurin ikki tekur hædd fyri í álitinum. Harafturat verður samlaði teinurin millum Sandvík og Tórshavn longri við tilmældu linjuføringini hjá arbeiðsbólkinum, enn við tilmælinum hjá Landsverki. Síðst, men ikki minst av trygdarávum, fyri skúgvoyingar og føroyingar sum heild, er ógvuliga óskynsamt at gera tunnilin í einum og lata hann koma upp við Skarvanes í staðin fyri at fara norður um bygdina á Sandi.

Landsverk mælir hinvegin til, at arbeitt verður víðari við tunnilsuppskotinum umvegis Skúgvoy, ið er tann besta loysnin fyri bæði ferðslu og trygd. Harafturat er prísmunurin ógvuliga avmarkaður, tá hugsað verður um samlaða kostnaðin fyri verkætlanina, tí arbeiðsbólkurin ikki í nóg stóran mun tekur atlit til avleiddar verkætlanir, sum tilmælda linjuføringin fer at elva til. Eitt nú eina nýggja vegaføring um Sandslíð, sum helst merkir, at tunnil má gerast har, eins og neyðugt verður at fyrireika landsvegin umvegis Sands bygd til økta ferðslu.

Niðurstøðan hjá Landsverki er sostatt, at:
- Farleiðin millum Suðuroy og høvuðsstaðin er tann stytsta, tá tunnilin er liðugur
- Loysnin er tann tryggasta, tí rýmingarmøguleiki verður í Skúgvoy
- Tunnilskoyringin verður í tveimum og tí minni monoton og harvið tryggari
- Skúgvoy verður tikin við í loysnina, og sostatt verður óneyðugt við framhaldandi ferjusambandi
- Loysnin liggur uttan fyri bygt øki í Sandoynni
- Loysnin tekur hædd fyri avleiddum verkætlanum
- Alt talar fyri, at jarðfrøðiligu váðarnir við hesi loysnini eru færri

Harafturat mælir Landsverk frá longu nú at stovna eitt partafelag at fyrireika tunnilin. Verkætlanin er als ikki búgvin til tað, og mælt verður til at gera fleiri kanningar av millum øðrum fíggingarleisti og avleiðingum fyri samfelagið, umframt jarðfrøðiligar og trygdarkanningar. Hesar fyrireikingar eiga at vera gjørdar í almennu fyrisitingini, har arbeitt verður við heildaratlitum, og har verkætlanin verður sædd í einum størri og breiðari høpi. Tá fyrireikingararbeiðið er liðugt, og støða er tikin til, hvussu verkætlanin skal fíggjast, og hvar tunnilin skal gerast, er klárt at gera eitt partafelag at byggja og reka tunnilin, um tann loysnin verður vald.

Samlaðu viðmerkingarnar hjá Landsverki til álitið hjá arbeiðsbólkinum undir Samferðslumálaráðnum um Suðuroyartunnilin kunnu lesast HER.