Streymurin farin um alt landið


Fyri løtu síðani fór streymurin - eftir øllum at døma í øllum landinum.



Á høvuðsskrivstovuni hjá Sev kenna tey ikki orsøkina enn. Væntandi verður okkurt at vita um eitt korter ella so, verður sagt, skrivar portal.fo


Dagført kl 17:03: SEV skrivar: Streymslit er í Sandoynni, Norðoyggjum, Suðurstrymoy, og í pørtum av Eysturoy og Norðstreymoy. Arbeitt verður við at finna og rætta brekið sum skjótast.

Streymurin er eisini farin í Vágum.