Stórt farmaskip á Miðvági

 Tað er langt ímillum at síggja farmaskip á Miðvági, men eftir middag í dag kom eitt skip hjá Eimskip - Horst B - á Miðvág, tað tók nógv pláss á nýggjaru bryggjuni, sum er ímillum bæði grótkøstini.

Ørindini hjá farmaskipinum á Miðvági í dag var, at teir komu við betongelementum til Zarepta í Vatnsoyrum, sum verður nógv útbygt.

Horst B fór av aftur Miðvági tá klokkan var farin av 17.

Vit tóku nakrar myndir.