Stjørnan vann 26-24 á Neistanum

 Við sigrinum á Neistanum í kvøld er Stjørnan víðari í steypakappingini.

Stjørnan vísti tenn beinanvegin og høvdu gott tak á Neistanum allan fyrra hálvleik, støðan í hálvleikinum var 10-15 til Stjørnuna.

Í seinna hálvleiki otaði Neistin seg spakuliga inná Stjørnuna og í 45. minutti stóð á jøvnum 17-17, men Stjørnan vildi vinna, tær drógu frá aftur, og hóast eina útvísing í seinastu minuttunum, so eydnaðist tað teimum at vinna og koma víðari í steypakappingini.

Neistin: Margit W. Fríðmundsdóttir, Sólbjørt Høj, Fríða á Dunga 8, Drós Ragnarsdóttir 2, Stina Madsen 1, Marjun F. Danberg 6, Jenny Kragesteen, Ingunn K. Persson 3, Anna Clementsen 1, Hjørdis Viðstein, Maja Dragogubovic, Sofíe Søberg 2 og Gunnfríð P. Nólsoy.

Stjørnan: Raluca Unguronu, Annika M. Arge, Marit Heimustovu, Sonja L. Sirdal 6, Óluva Joensen, Mina N. L. Sirdal 3, Jórun B. Nielsen, Katrin Bertholdsen 4, Kristina Poulsen 3, Monika Jacobsen 1 og Tóra Eliasen 9.

Støður:

5. min. 1-2

10. min. 4-4

15. min. 6-9

20. min. 7-11

25. min. 8-14

30. min. 10-15

35. min. 12-16

40. min. 14-16

45. min. 17-17

50. min. 19-21

55. min. 21-23

60. min. 24-26

Dómarar: Jákup Sverri Kass og Daniel Rapa.