Stjørnan og Polarhav landa á Kósini

 Partrolararnir Stjørnan og Polarhav komu á Klaksvíkina seinnapartin í gjár. 

Teir landa í morgun á Kósini, Stjørnan og Polarhav hava 175.000 pund, meginparturin er upsi.

Teir hava roynt sunnanfyri hendan túrin.