Steypafinalan er tað størsta


STEYPAFINALURNAR 2017: Leygardagin verður Elin Maria Isaksen aftur at síggja á Tórvølli. Tríggjar ferðir áður hevur Elin Maria spælt steypafinalu, og hvørja ferð er upplivingin endað við tapi. Tað er kortini týðiligt, at hon ikki hevur mist hugin, tí sambært henni er einki størri enn at spæla steypafinalu á Tórsvølli. Kvíkingurin trýr eisini upp á, at tær kunnu taka øll á bóli og koppa favorittunum



Tað er ikki fyrstu ferð, at Elin Maria Isaksen traðkar út á Tórsvøll í reyðu og svørtu blusuni. Bæði í fjør og fyri trimum árum síðani møtti HB sterka liðnum úr Klaksvík, og báðu ferð taptu Elin Maria og liðfelagarnir tepurt. Serliga tapið í 2014 sveið illa. Farið var um teir 90 minuttirnar, tá Heidi Sevdal gjørdist leys og kundi avgjørt fyri havnaliðið, men hon rakti stongina, og so skoraði KÍ í staðin í næsta álopinum.




Elin Maria hevur eisini spælt og tapt eina steypafinalu við AB, men um tú heldur, at hesi trý tapini hava gjørt av við eldhugan hjá 23 ára gamla framherjanum, mistekur tú teg.



- Steypafinalan er tað størsta, tú kanst uppliva í føroyskum fótbólti. Karmarnir á Tórsvølli eru frálíkar, FSF-forsetin og borgarstjórin koma at heilsa upp á, tjóðsangurin verður sungin og dysturin verður sendur bæði í útvarpi og í sjónvarpi. Hetta er ein stór uppliving, sigur Elin Maria, sum ikki væntar, at venjarin, Allan Dybczak, fær trupulleikar av motivatiónini hjá spælarunum.



- Har krevst eingin tala. Vit skulu nokk klára at seta okkum upp til dystin sjálvar, sigur hon og smílist.

Tær eldru skulu ganga á odda
HB hevur eins og í fjør eitt sera ungt lið. Tær flestu í hópinum eru frá 16 til 19 ára gamlar, og hava tískil ikki so nógv kappingarár á baki. Elin Maria telist millum tær royndu á liðnum saman við málverjanum, Simonu Heinesen (27), Marjun undir Kletti (21), Rannvá Mortensen (21) og superveteraninum, Liljan av Fløtum (38).




Framherjin, sum umframt HB, hevur umboðað 07 Vestur, MB og AB, ásannar at tær mugu taka ábyrgd og halda høvdið kalt bæði áðrenn og undir dystinum.



- Vit kunnu vænta, at tær ungu koma til okkum eftir ráðum. Fleiri av teimum, sum spæla í ár, vóru við í hópinum í fjør eisini, so tær hava hóast alt roynt tað fyrr. Nakrar av teimum hava eisini vunnið steypafinaluna í kappingini fyri Gentur U17 fyri nøkrum árum síðani, men hetta er nakað annað, greiðir Elin Maria frá.



- Manglandi royndirnar kunnu vera ein vansi, men har hava vit so Liljan av Fløtum í miðverjuni og Simonu Heinesen í málinum. Tær eru helst tær einastu, sum spæla fast, sum hava roynt at vunnið eina steypafinalu. Tað er fantastiskt fyri tær ungu á liðnum at hava slíkar spælarar við, tí ein veit, hvat tær koma við, og avrikini svinga ikki stórvegis, sigur kvívíkingurin í HB.

Vit mugu raka dagin
Mótstøðuliðið hjá HB í steypafinaluni hesaferð verður ikki KÍ, sum tað annars hevur verið undanfarnu árini, men EBS/Skála. Felagsliðið hevur kempað við júst KÍ um oddasessin í bestu deildini seinastu árini, og eru nærri enn nakrantíð í ár. Tað eydnaðist eisini EBS/Skála at vinna á klaksvíkskvinnunum í hálvfinalunum í steypakappingini, og tær mugu metast sum favorittar móti unga HB-liðnum.




Elin Maria hevur virðing fyri mótstøðuliðnum, men vísir samstundis á, at hóast EBS/Skála hevur vunnið allar fýra dystirnar móti HB í ár, hevur munurin á liðunum ikki verið stórur.



- Hetta verður ein sera torfør uppgáva, og vit eru nógv stig aftanfyri tær í landskappingini, men tveir teir fyrstu dystirnir móti teimum í ár hava verið øgiliga javnir, og teir kundu koppað báðar vegir, sigur framherjin.



- Tær hava góðar spælarar á øllum plássum. Tær hava besta miðvøllin í Føroyum, og um vit skulu vinna hendan dystin, mugu vit vinna dystin um miðjuna, leggur hon afturat. Og so er tað eisini stóri profilurin og fyrrverandi liðfelagin úr HB, Heidi Sevdal.



- Hetta er fyrstu ferð, eg skal spæla eina steypafinalu, har Heidi stendur á hinari hálvuni. Hon er ikki akkurát ein leikari, sum ein ynskir at spæla ímóti. Hon kann avgera dystin upp á eitt splitsekund, smílist Elin Maria, men nevnir í sama viðfangi, at HB eisini hevur profilar í álopinum.



- Vit hava eitt ungt lið, men um vit raka ein góðan dag, er torført hjá einum og hvørjum liði at spæla ímóti okkum, sigur Elin Maria Isaksen at enda.




Steypafinalan hjá kvinnum verður spæld á Tórsvølli leygardagin 9. september klokkan 17:30.




Finaluvikuskiftið fyri gentur og kvinnur byrjar fríggjadagin klokkan 19:00, tá finalan um Mótasteypið, ið er kappingini fyri Gentur U17, er á skránni. Liðini í finaluni eru B68 og EB/Streymur.




Leygardagin klokkan 14:30 verður finalan um Eilif Arge Steypið (Gentur U14), og í ár eru tað felagsliðið AB/B71 og 07 Vestur, ið hava spælt seg í steypafinaluna.