Sosiala strategiin hjá Javnaðarflokkinum er svarta myndin av Fólkaflokkinum


Javnaðarflokkurin hevur megnað at tekna eina mynd av Fólkaflokkinum, sum flokkurin, ið ikki tekur sosial atlit, flokkurin, ið ikki ynskir at raðfesta fólk við serligum avbjóðingum, flokkurin, ið ikki ynskir at taka sær av okkara gomlu og flokkurin, ið bert ynskir at ríka nakrar fáar familjur í Føroyum upp. Høvuðsstrategurin hjá Javnaðarflokkinum hevur teknað eina svart/ hvíta mynd av Fólkaflokkinum sum tí ónda kapitalistiska flokkinum, ið lítið leggur í tey veiku í okkara samfelag, meðan mótvektin, Javnaðarflokkurin bert vil øllum væl.





Høvuðsstrategurin handan Javnaðarflokkin hevur samstundis fingið løgmann at fráboða, at hann onki samstarv vil hava við karráða kapitalistiska Fólkaflokkin.



Einfaldar myndir rigga, einfaldir boðskapir rigga og tíverri hevur hesin manipuleraði javnaðarretorikkurin sligið ígjøgnum sum tann sanni veruleikin. Hvør minnist ikki herferðina undir seinastu samgongu undir herrópunum “Meðan vit bíða” ? Ikki kundi undirritaða opna eitt blað, ikki kundi eg opna ein miðil fyri álopum frá Javnaðarfólkum um, at børn livdu í fátækraváða í Føroyum, og at eg onki ynskti at gera við hetta. Hvar eru herrópini nú, tá ið tað vísir seg, at ongantíð hava so nógvir føroyingar livað í fátækraváða sum just nu ? Tøgn er í almennu miðlunum um hetta, og man kann undrandi spyrja hvi? Sambært hagtølunum frá Hagstovuni vísa hesi , at áleið 5000 høvdu eina javnvirðisinntøku, ið var so lág, at hon svarar til, at tey vóru í fátækraváða. Hetta svarar til 10,5 % av samlaða fólkatalinum. Hetta er 2,6 % meiri enn í 2009. Men ongin miðil tekur hetta uppá tungu.



Tað mugu vera úrslitini sum telja og ikki bara retorikkur, og tí fari eg at taka fram aftur nøkur av úrslitunum, sum vórðu framd, meðan undirritaða vegna Fólkaflokkin umsat almannamál í seinastu samgongu:



• 8 leigubústaðir í Klaksvík til fólk við serligum avbjóðingum
• 12 vardar bústaðir í Klaksvík
• Depil bygdur til fjølbrekað børn og ung í Runavík
• 16 íbúðir til fólk við sálarsjúku í Havn
• 16 leiguíbúðir í Runavík til fólk við serligum avbjóðingum
• 12 nýggjar vardar bústaðir í Runavík
• Virknis og umlættingardepil á Sandi
• Fountainhúsið stovnað í Havn
• Barnahúsið sett á stovn til børn og ung, íð eru útsett fyri kynsligan og annan harðskap
• Barnaumboðsmaður sett á stovn sambært ST sáttmálanum
• Heildaræltan fyri kynsligan harðskap gjørd
• Lógin um arbeiðsfremjandi tiltøk samtykt
• Eldraøkið lagt út til kommunurnar
• Fyrsta føroyska eldralógin samtykt
• Demensdagtilboð sett á stovn í Fuglafirði og í Vági
• Barnaverndarlógin dagførd við ma.herdari fráboðanarskyldu
• Sjøtil settur á arbeiðið við nýggju vælferðarlógini



Man kann hóskandi spyrja, um hetta er høgravendur karráður kapitalistiskur fólkaflokspolitikkur ? Nei sjalvandi er tað ikki tað, og sjálvsagt tekur Fólkaflokkurin sosial atlit, ja vit standa neyvan aftanfyri Javnaðarflokkin, ið annars hevur tikið patent uppá allan sosialpolitikk í Føroyum.



Annika Olsen
Fyrrv. landsstýriskvinna í almannamálum og valevni Fólkafloksins til løgtingsvalið