Soleiðis verða málsøkini býtt millum flokkarnar

Fyri løtu síðani kom Bárður á Steig Nielsen, samráðingarleiðari, út frá tingformanninum, og har kundi siga við miðlarnar at Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkur fara undir samstarv og skipa eina borgarliga ABH samgongu.

Vit hava fingið váttað hvussu málsøkini verða býtt millum flokkarnar. Sambandsflokkurin fær løgmann, heilsumál og vinnumál.

Miðflokkurin fær uttanríkis- og mentamál. 

Fólkaflokkurin fær fíggjarmál, fiskivunnumál og almannamál, og so fær Fólkaflokkurin eisini tingformannin.