Smyril er tryggur at sigla við


Á tingi er fyrispurningur settur og svaraður um umvælingar, sum verða gjørdar á Smyrli. Í tí sambandi varð sagt, at nakrar rivur, sum verða umvældar, skulu vera orsøk til, at skipið er um at klovna. Hetta hevur kløkkað fleiri ferðafólk.



Strandferðslan harmast um, at tílíkt uppáhald verður sett fram á tingi, tí Smyril er tryggur at sigla við, og tær 10-20 sentimetrar longu rivurnar, sum eru funnar, eru og verða umvældar. Arbeiðið verður gjørt undir neyðugum og góðkendum eftirliti, skrivar SSL.