Skattgjaldarin skal rinda fyri gøluna hjá Javnaðarflokkinum


Javnaðarflokkurin eigur ábyrgdina av ruðuleikanum av Karlamagnusarbreyt. Tað tykist hann hava gloymt.




Mann fær næstan ta fatan, at Javnaðarflokkurin als ongan lut eigur í Karlamagnusarbreyt, tá ein lesur greinina, sum Javnaðarflokkurin hevur sent miðlunum í dag.







Hevur Javnaðarflokkurin gloymt, at tað var við Javnaðaroddvitanum og formanninum í byggi- og býarskipanarnevndini, at broytingin í byggisamtyktin fyri Karlamagnusarbreyt fór fram beint fyri kommunuvalið í 2016. Ein broyting, sum viðførdi, at ein heil hædd kundi byggjast oman á íbúðarbygningarnar á Karlamagnusarbreyt, ein broyting, sum økti munandi um virðið á hvørjari ogn, og sum økti munandi um trýstið á parkeringsviðurskiftini og økið yvirhøvur.







Undanfarni Javnaðarborgarstjórin fílist á, hví meirilutin ikki kann keypa stykkini inn aftur ella í øðrum lagi bara broytir byggisamtyktirnar aftur. Fyri tað fyrsta veit Javnarðarflokkurin væl av, at um býráðið broytir byggisamtyktir fyri stykkir, ið longu eru seld, so viðførir tað stór endurgjaldskrøv í 10 tals milliónum, ið skattgjaldaran skal svíða fyri.







Fyri tað næsta ynskir Javnaðarflokkurin, at kommunan keypir stykkini inn aftur. Stykkini, ið fyrrverandi samgongan økti virðið munandi á við broytingini undan býráðsvalið í 2016.




Sambært Javnaðarflokkinum er tað onki galið í, at skattgjaldarin í Havn skal gjalda fyri teirra egnu fadesu á Karlamagnusarbreyt.





Kanska hugsar Javnaðarflokkurin, at hesar privatu ognir skulu gjaldast við nýggja uppskotinum um ognarskatt, sum Javnaðarflokkurin er komin við nú til kommunuvalið?







Spurningurin er hví og hvussu nógv skattgjaldarin í Havn skal rinda fyri hendan ruðuleika hjá Javnaðarflokkinum? Hvussu nógv skulu okkara borgarar í Tórshavnar kommunu svíða fyri hetta gildið, sum hevði kostað skattgjaldarunum fleiri 10 tals milliónir?





Spurningurin er eisini áhugaverdur, tí hvørjar íløgur skuldu vit í meirilutanum havt útsett fyri at rinda fyri hetta? Skuldu vit havt útsett Umlættingar- og rehabiliteringsdepilin í Hoyvík ella nýggja dagstovnin Vesturi á Flat - ella kanska Musikkskúlan?







Ja, lætt er at fara um skattgjaldarans pening, tá mann fyrst loyvir ógvusligum broytingum í byggisamtyktum, ið øktu munandi um virðið á ognunum á Karlamagnusarbreyt, fyri síðani at mæla til at keypa somu dýru ognir innaftur!







Íbúgvarar og borgarar fáa sjálvsagt onki burturúr hesari politisku ósemju, men tá undanfarni borgarstjóri fer so lætt um sannleikan, er neyðugt at tala at.







Vit í meirilutanum ætla okkum ikki at renna undan ábyrgd. Hóast býráðsárið er farið at halla, so verður heildarætlan løgd fram fyri borgarunum á Karlamagnusarbreyt tann 19 okt. Nærri kunning verður um stað og tíð.







Heildarætlanin inniheldur eina loysn upp á parkering, ferðslutrygd, trivnaðarøki til børn og familjur, lendisgøtur og annað. Peningurin er settur av á fíggjarætlanini fyri 2021.




Nú er at hyggja frameftir og fáa Karlamagnusarbreyt til eitt gott øki, sum borgararnir á Karlamagnusarbreyt hava uppiborið. Tað er okkara ábyrgd.







Annika Olsen


Borgarstjóri í Tórshavnar kommunu