Sjúkrahúsini eiga at fáa hægstu raðfesting


Fyri hvønn einstakan av okkum hevur heilsan avgerandi týdning.



Skjót viðgerð, uppafturvenjing og arbeiðsmøguleikar er lykilin til eitt trygt lív og eitt trygt samfelag.



Eitt vælvirkandi sjúkahúsverk er ein fortreyt fyri góðum trivnaði í Føroyum.



Sjúkahúsverkið eigur tí at fáa hægstu raðfesting.



Útgreinan av sjúklinginum og skjót diagnosa eigur at hava hægstu raðfesting. Tí skula hesar greinar eisini styrkjast í okkara sjúkrahúsverki.



Ein fullfíggjað digitalisering eigur at verða gjøgnumførd á sjúkrahúsunum, soleiðis at tað verður gjørligt at skráseta rakstartøl og úrtøkuna á sjúkahúsunum, herundir tal av diagnosum v.m..



Slík skráseting er neyðug til tess at kunna fylgja við og leggja virksemið skynsamt til rættis.



Bíðitíðin eigur at nágreinast og bíðilistar eiga at verða almannakunngjørdir. Við slíkari skráseting verður gjørligt at seta í verk neyðug tiltøk fyri at stytta um bíðitíðina.



Ein útgreining av hvørjar uppgávur á sjúkrahúsinum kunnu veitast út til privatar fyritøkur, eitt nú reingerð, eigur at verða gjørd beinanvegin.



Tryggjast skal, at privatu tænasturnar til sjúkrahúsini ikki minka í dygd við at gera neyvar greiningar í útboðskrøvunum.



Ein raðfesting eigur at verða gjørd viðvíkjandi viðgerðartilboðum í Føroyum og hvørjar sjúkur skula viðgerðast uttanlands.



Tað er týdningarmikið, at so nógv ekspertisa finst i Føroyum sum gjørligt.



Sjúkrahúsverkið eigur tí at gera avtalur við onnur sjúkrahús við tí fyri eyga at gera eina rotatiónsskipan, har okkara serlæknar í ávísa tíð gera tænastu við onnur sjúkrahús, og at serlæknar frá øðrum sjúkahúsum á sama hátt gera tænastu í Føroyum.



Á henda hátt verður møguligt í størri mun at hava ekspertisu í Føroyum.



Úrslitið verður, at fleiri viðgerðir kunnu fara fram í Føroyum.



Sjúkahúskapasiteturin í Føroyum eigur at verða útnyttaður mest skynsamt. Tað er ikki lønsamt at føroyska sjúkrahúsverkið hevur dupultfunksjónir. Tí eiga tey trý sjúkahúsini at hava hvør sínar sergreinar.



Sjúkahúsverkið má virka sum ein samlað eind.



Galdandi bygnaður eigur at verða eftirhugdur og reguleringar gjørdar.



Leiðslan í sjúkrahúsverkinum eigur at styrkjast og hon eigur at fáa størri heimildir at taka støðu til, hvussu raksturin av sjúkrahúsverkinum verður lagdur til rættis.



Politiski myndugleikin má gera sær greitt, hvat tað kostar at reka eitt nútímans heilsuverk, og peningur má játtast samsvarandi hesum.



Reglur um viðgerðartrygd eiga at verða settar í gildi í Føroyum.



Viðgerðartrygdin má vera ein fastur og integreraður partur av tí samstarvinum, sum sjúkahúsverkið hevur við sjúkahús í øðrum londum.



Christian Andreasen
valevni hjá Fólkaflokkinum til løgtingsvalið