Semja millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Heilsurøktarafelagið


Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Heilsurøktarafelagið hava seinnapartin skrivað undir semju um nýggjan sáttmála.






Sáttmálin partanna millum gekk út 1. oktober 2019, og handaðu partarnir hvørjum øðrum sáttmálakrøv á fundi hin 23.06.2020. Partarnir hava verið á trimum fundum, og í dag varð semja um nýggjan sáttmála undirskrivað.



Talan er um eina 3 ára semju, ið byggir á lønarhækkan í prosentum.



Tann 1. oktober 2019 hækkar lønirnar 2,56% Tann 1. januar 2021 hækkar lønirnar 2,05% Tann 1. oktober 2021 hækkar lønirnar 1,25%



Í semjuni er eisini broytingar í skalagongd fyri ávísar bólkar, umframt hægri praktikvegleiðaraviðbót og hægri bólkaleiðaraviðbót.



Tórshavn, 10.07.2020 Kommunala Arbeiðsgevarafelagið