Selvig skiftir til KÍF


27 ára gamli danin skiftir aftur til føroyskan hondbólt eftir nøkur kappingarár í Danmark, Íslandi og nú til seinast Norra har hann leikti við Stavanger IF.



Vinstra hendi Niklas Selvig hevur fyrr umboða KÍF og VÍF í Føroyum.



Robert Poulsen, formaður í KÍF váttar fyri JN.fo í kvøld, at føroyski landsliðsleikarin verður partur av hópinum hjá Andreas F. Hansen komandi kappingarár.



Les eisini:



KÍF brynjar seg til komandi kappingarár

Hørður skiftir til KÍF