Sáttmáli um høvuðsarbeiðstøku av Gamla Skúla undirskrivað


Fyrradagin undirskrivaði Eyðdis Hartmann Niclasen, borgarstjóri og umboð fyri Sp/f JPH, Sp/f E.P. Smíð og Sp/f Hølck Smíð undir sáttmála um høvuðsarbeiðstøkuna av høvðusumvæling av Gamla Skúla í Sandavági.



Arbeiðið at høvuðsumvæla Gamla Skúla í Sandavági uttan, varð boðið út millum lokalar timburmeistarar. Tvey tilboð komu inn og avgjørt var at taka av lægsta tilboðnum.



Tað er eitt samstarv ímillum Sp/f JPH Sp/f E.P. Smíð Sp/f Hølck Smíð, ið fekk arbeiðið at høvðusumvæla Gamla Skúla.



Samlaða arbeiðið kemur at kosta góðar 911.000 kr.



Arbeiðið byrjar í september og kemur at taka 3 til 4 mánaðir.