Sandoy Seafood í Skopun letur aftur

 Útvarpið visti á middegi at siga frá, at Sandoy Seafood í Skopun letur aftur og at 60 fólk verða send til hús í tí sambandi.

Raksturin hevur verið tungur síðan virkið lat upp, tí hava eigararnir nú tikið avgerð um at lata virkið aftur, segði Útvarpið á middegi.

Gerhard Lognberg borgmeistari í Skopun segði við ÚF, at tað er manglandi politiskur vilji, tí letur virkið aftur, hann segði eisini, at fólk úr øllum bygdunum verða rakt av hesum sorgarleiki, nú virkið letur aftur.