Sandavágs Timburhandil søkir efti sølufólki til byggibúðina


Vegna støðugt vaksandi virksemi, sóknast vit eftir sølufólki til byggibúðina, at byrja sum skjótast.

Dámar tær væl at arbeiða við kundum, og ynskir tú at seta kundan í miðdepilin, er tað kanska tær vit leita eftir.
Vit vænta at tú ert framfýsin, ágrýtin, væl skipað/ur og dugir at arbeiða sjálvstøðugt.

Starvið umfatar m.a.:
• at avgreiða og ráðgeva kundum
• at røkta handilin so hann er innbjóðandi
• at keypa inn

Vit bjóða tær eitt fjølbroytt og spennandi starv í einum dynamiskum umhvørvið, og sjálvandi fært tú góða og grundiga upplæring í skipanum og vøruúrvali.

Løn samb. avtalu.

Um tú ynskir at hoyra nærri um starvið, kanst tú venda tær til Heðin Poulsen, antin við at støkka inn á gólvið, ella ringja á tlf. 258019 ella skriva til hedin@timbur.fo.

Er hetta nakað fyri teg, ert tú vælkomin at senda eina umsókn, tilhedin@timbur.fo
Freistin at søkja er 23. oktober kl. 14.