Samgongan í Klaksvíkar Býrað heldur ikki orð


At meirinntøkan liggur betri í kommunukassanum, nú so nógvar stórar verkætlanir eru ígongd, kunnu vit skjótt blíva samd um. Veruleikin er bara, at longu nú eru eykajáttanir fyri 3,5 av 7 mió. kr., játtaðar til onnur átøk, nú árið er hálvrunnið, uttan at samgongan hevur hildið seg til greiðu býráðssamtyktina um at endurskoða fíggjarætlanina fyri 2019



Vit í minnilutanum mótmæla harðliga hendingina á býráðsfundinum mánakvøldið. Tað, sum var ein greið avtala millum meiri- og minnilutan, datt knappliga burtur og avtalan varð brotin.



Tá ið fíggjarætlanin fyri inniverandi ár varð samtykt, fingu vit við í samtyktina, at fíggjarætlanin skuldi endurskoðast í apríl 2019. Tá ið hetta mál ikki stóð á skrá í apríl, spurdu vit eftir tí, og fingu at vita frá borgarstjóranum, at tað fór at koma fyri í juni-umfarinum.



Á skránni til útsetta býráðsfundin, mánakvøldið 1. juli, stóð knappliga eitt heilt annað mál á skrá. Í samráð við nevndarformenn- og kvinnur legði borgarstjórin málið fram. Nú skuldi fíggjarætlanin allíkavæl ikki endurskoðast.



At samgongan virðir sínar egnu samtyktir so lítið og at arbeitt verur so tilvildarliga er ófrættakent. Borgarstjórin førdi fram, at meirinntøkan vit hava fingið higartil, liggur betri í kommunukassanum, so hesin kann koma verkætlanunum, ið eru í gongd, tilgóðar. Veruleikin er bara tann, at longu nú eru 3,5 mió. kr. av meirinntøkuni uppá 7 mió. kr. játtaðar til onnur ymisk átøk, nú árið er hálvrunnið, uttan at íløgukarmurin er endurskoðaður, sum samtykt.



At samgongan ikki heldur seg til býráðssamtyktina um fíggjarætlanina fyri 2019 og at meirilutin førir ein slíkan tilvildarligan fíggjarpolitikk, fara vit ikki at góðtaka.



Enn einaferð vilja vit heita á samgonguna um at taka málið um endurskoðan av fíggjarætlanini upp til viðgerðar.



Vegna Fólkaflokkin
Gunvá við Keldu
Atli S. Justinussen
Beinir Johannesen
Herfrí J. Sørensen