SamFelagið havt aðalfund

 Nevndin í SamFelagnum hevur skipað seg av nýggjum eftir aðalfundin. Í nevndini sita, Lív
Egilsdóttir Olsen, Elsa Maria Hansen, Elisa Vang, Erla Weihe Johannesen, Uni Holm Johannesen og
Ása Hammershaimb Christiansen. Anna Sofía Lava, Marita Svartá og Rósa Egolm stillaðu ikki upp
aftur.

SamFelagið varð stovnað í 2014 og hevur knapt 80 limir. Felagið hevur seinastu árini millum annað
ment eitt alment savn við ritgerðum hjá føroyskum samfelagsfrøðingum, umframt eitt yvirlit yvir
føroyskar samfelagsfrøðingar og teirra serøki. Alt er at finna á heimasíðuni hjá
SamFelagnum, www.samfelagid.fo.

 Felagið miðar eftir at virka fyri fakligum íkasti til samfelagskjakið við at seta sjóneykuna á
samfelagsfrøðingar og førleikar teirra, og styrkja ávirkanina av samfelagsvísindaligum arbeiði.
Hetta verður millum annað gjørt við at skipa fyri tiltøkum um viðkomandi evni í samfelagnum,
umframt at geva samfelagsfrøðingum orðið í almenna kjakinum. Í august 2019 skipaði nevndin fyri
valfundi í Løkshøll, Runavík, við umboðum úr øllum flokkum, ið høvdu løgtingsvalevni 2019. Evnið
var integrasjón í Føroyum við serligum denti á kvinnuligar tilflytarar. Í novembur hevði nevndin
Samfelags-quiz við Gunnar Nolsøe í Blábar, bæði tiltøkini vóru væl vitjaði. Í 2020 hevur
nevndararbeiði og virksemi hjá felagnum verið skert, orsaka av korona kreppuni, tí blivu fleiri tiltøk
avlýst sum nevndin hevði lagt til rættis í vár.  

Nógv spennandi er í væntu hjá nýggju nevndni, sum hevur ætlanir um at hava eitt stórt tiltak við
føroyskum og útlenskum gestum í nærmastu framtíð. Eisini fer felagið at styrkja rødd
samfelagsfrøðinganna í almenna rúminum.

SamFelagið