Samfelag teirra heilagu

”Tey hildu fast saman um læru ápostlanna og samfelagið og breyðbrótingina og bønirna” Ápostlasøgan 2.



Knæfallið fyri altarinum er ein hálvur ringur (sirkul) Tað merkir, at tá ið við níga niður har, eru tað ikki bara teir 10-20 sjónligu altargestirnir, vit eru til borðs saman við, men vit eru til borðs saman við øllum teimum, sum fóru undan okkum, og fyri so vítt eisini teimum, ið koma aftan á okkum. Vit síggja tey ikki, men tey eru á hinum ósjónliga partinum á ringinum, tey eru saman við okkum. Tí eru vit rættiliga mong til borðs.



Hetta er ein stór troyst bæði í gleði og í sakni. Ein móðir, sum hevði mist einastu dóttir sína, eina unga gentu, syrgdi hana nógv og var ikki til at troysta, tí at hon ongantíð skuldi vera saman við henni aftur. Ein dagin segði prestur henni frá týdninginum at vera til altars, at liggja á knæ á hálva altarringinum, at hetta er bara endin á tí langa langa borðinum, sum røkkur inn um forhangið, inn í ævinleikan, og at á hinu hálva ringinum eru tey, sum sovnað eru burtur í trúnni á Krist. Har fann henda móðir troystina. Nú kundi hon hvønn sunnudag fara til altars og vera saman við dóttir síni. Hóast hon ikki sá hana við likamligum eygum, so visti hon, at tær báðar sótu til borðs saman, dótturin var bara á tí ósjónliga partinum á borðinum, tí ”Helgen her og helgen hisset er i samme menighed”



Samfelag teirra heilagu hevur stóran týðning fyri tey kristnu. Albert Schweitzer sigur einastaðni frá: ”Tá ið eg siti í lítlu kirkjuni í heimbygd míni, latið eg eyguni aftur. Fyri mínum innara eyga síggi eg tá nøkur av teimum, sum einaferð sótu har, men sum nú ikki eru longur. Ein teirra var Mitschi, hann var so deyvur, at hann fekk ikki eitt einasta orð við av tí, sum sagt varð; kortini sat hann hvønn dag á beinkinum har hann var vanur at sita. Ein dagin fekk pápi mín, við heldur harðari rødd, spurt hann: ”Hvussu ber tað til, at tygum ganga í kirkju, tá ið tygum ikki hoyra eitt einasta orð?” ”Samfelag teirra heilagu, prestur, samfelag teirra heilagu!”, svaraði hann. Hóast hann var deyvur, fann hann styrkið og troyst í hesum, at koma í samfelag teirra heilagu.




Tann stóra felagsskapin, samfelag teirra heilagu, kunnu vit uppliva heilt niður til ” har tvey ella trý eru komin saman í Jesu navni”, meira skal ikki til, hóast vit kunna ynskja okkum at Krist trúgvandi kirkjulið var fjølment. Við altarborðið savnast máttlítla kirkjuliðið við hinum máttmikla Guði, ið aleina kann ríka okkara samveru, og hvørs andi aleina kann tulka orðið fyri okkum.



Samfelag teirra heilagu er bygt á ta heilagu skriftina. Paulus skrivar: ”tit eru likam Krists og limir ein og hvør fyri seg.” og Kristus er høvd likamsins, tað er kirkjuliðsins. Tey halgu vera nevnd Kristi brúður.




John S. Myllhamar