Saksun og Venedig, Trøllanes og Firenze


Fari at takka Ringrás og Føroya Nátturu og Umhvørvis felag fyri at fyriskipa frálíka kjakið í Norðurlandahúsinum mikukvøldið, sera áhugavert og gevandi. Eitt av evnunum, ið kjakast var um, var um vøkstur og nátturuvernd kunnu sameinast.




Vit hoyra nú somu neyðaróp úr Saksun og av Trøllanesi sum vit hoyra úr Venedig og Firenze.




Tey, ið búleikast har, verða yvirrend av útlendskum ferðafólki, og hugtøk sum unspoiled og undiscovered, eru sera fjar frá veruleikanum.




Alt fleiri og fleiri ferðafólk koma til Føroya, og hendan gongdin fer ivaleyst at halda áfram tey næstu nógvu árini.
Vit kunnu glaðast um at fólk vilja vitja okkara land, og tað finst valla eitt meiri gestablítt og fyrikomandi fólk enn føroyingar, hagartil !
Tað eru eisini øktar inntøkur frá ferðafólki sum koma sera væl við í okkara búskapi.




Tó er ikki alt mammon og gull, tað, sum vit gloyma í øllum hesum eru nátturuvernd, vernd av okkara egnu borgarum, ja og vernd yvirhøvur av okkara lítla viðkvæma samfelag.




Vit noyðast at gera nógv betri skipanir, so tann vanligi føroyingurin fær frið at búleikast og øll kunnu góðtaka árinið av eini skjótt vaksandi ferðamannavinnu.





Vit mugu taka eitt nógv hægri gjald frá teimum ferðandi og avgjald á utlendskar bussar og akfør.



Tað er púra vanligt í útlondum, at ferðandi rinda ymisk gjøld fyri alt handans slag.
Vit í Sjálvstýrinum fara at innføra eittnátttúruverndargjaldtá ið vit koma í samgongu eftir valið.
Hetta gjaldið skal nýtast til at verja nátturuna á teimum mest útsettu støðunum.
Um vit til dømis taka eitt gjald á 300 kr frá hvørjum vitjandi ferðafólki, so fara vit at hava 30 milliónir til nátturuvernd.
Vit kunnu rópa gjaldið“ Blue planet fee”ongin er ósamdur í, at vit mugu verja móður Føroyar, so hetta fer ikki at smakka teim vitjandi illa.
Vit mugu minnast til, at ferðafólk koma og fara, men vit føroyingar skulu vera her ætt eftir ætt tey næstu 1.000 árini.



Latum okkum tí tryggja, at vit hava eina náttúru at lata okkara eftirkomarum og verja perlurnar Saksun og Trøllanes !



Jens Heri Bolstad Mortensen



Valevni fyri sjálvstýri