Rásarúm og kreativitetur í føroyska fólkaskúlanum


Ein av lógunum, sum landsstýriskvinnan bar í tingið í vár, var lóg um fólkaskúlan, og lógarbroytingarnar eins og aðrar raðfestingar og broytingar kunnu lýsast soleiðis:



Handaverk og list og sangmentan



Skúlaleiðslur hava fingið meira frælsi at leiða við heimildini at veksla 2 t/v til handaverk og list, vallærugreinir, serlig átøk í flokkum. Í hesum broytingum sæst, at handaverk og list verður raðfest, tí hesar lærugreinir ikki hava havt nóg stóra rúmd í tí føroyska fólkaskúlanum í nýggjari tíð. Í hesum sambandi eru málningar eftir listakvinnuna, Mariu Mørkøre, við myndum av virknum børnum, og børnum sum fáast við handverk, hongdir upp inni á skrivstovuni hjá landsstýrikvinnuni.







Mynd:"Kreativ børn spæla úti í náttúruni við náttúruna", málningur, sum Maria Mørkøre, listakvinna, hevur málað.




Ein annar liður í hesi uppraðfesting er, at lærugreinin, sum hevur itið “Tónleikur”, nú hevur fingið heitið ”Sangur og tónleikur”, júst fyri at styrkja sangmentanina meira. Ætlanin at gera eitt uppfylgjandi arbeiði við amboðum, tilfari og menning til lærarar. Morgunsangur varð í sama viðfangið skrivaður inn í lógina, sum partur av hesum at varpa ljós á, varðveita, styrkja og endurnýggja føroysku sangmentanina.






Mynd:"Skiparin lítli” eftir Mariu Mørkøre er hongd upp í Mentamálaráðnum, nú sangur og sangskatturin eru uppraðfest í fólkaskúlalógini




Longsti dagur, ráðlegging og menning



Fleiri aðrar broytingar, sum skulu styrkja skúlan, eru og verða framdar í komandi døgum:



Næmingar fáa komandi skúlaár summarfrí áðrenn longsta dag, og fimm dagar verða givnir lærarum til ráðlegging og námsfrøðiliga menning, undir leiðslu skúlans. Hesi eru liður í at støðugt fáa enn meiri dygd í okkara skúlatilboð, at styrkja fyrireiking og samstarv millum lærarar, eins og at geva rúmd til meira kreativitet og førleikamenning fyri lærarar. Ein liður er eisini at fáa tilfar til vega og at skipa fyri skeiðum og øðrum menningarátøkum fyri leiðslu og lærarum.





Førleikastovurnar og skúlavegleiðingin



Førleikastovurnar, sum vórðu skrivaðar inn í lógina í 2018, fáa nú nýggja kunngerð við arbeiðslýsingum fyri teir fakbólkar, tey starvsfólk, sum eru í og virka út frá førleikastovunum. Tíð er sett av til arbeiðið við eftirmetingartilfari byrjanarundirvísingini í lesing. Tíðin at samskipa og leiða arbeiðið í førleikastovuni er eisini økt og harvið er uppraðfest.



Seinast, men ikki minst, so verður skúlavegleiðingin styrkt, so røkkast kann longur niður til yngru flokkarnar við kunning og vegleiðing um yrki og útbúgving, sum skal menna tilvit næminganna um egnar førleikar og egnan áhuga, so tey verða betri før fyri at gera eitt meira tilvitað útbúgvingar- og yrkisval seinni.




Børnini eru knýtt at fólkaskúlanum ein stóran part av sínum barna og ungdómslívi.



Fólkaskúlin eigur at vera hesin neisitin, og samstundis tann tryggi, fakligi savningardepilin, sum gevur íblástur grundað á fakligar, mentanarligar og sosialar upplivingar.







Mynd:”Partroling” eftir Mariu Mørkøre




Myndir:Birgir Kruse hevur tikið myndina av landsstýriskvinnuni og tikið mynd av øllum trimum málningunum hjá Mariu Mørkøre, listakvinnu