Professiónsbachelor innan innovatión og íverksetan


Farið verður nú undir eitt nýtt útbúgvingartilboð til teirra, sum hava tikið eina stutta framhaldsútbúgving í Føroyum ella uttanlands.



Aksel V. Johannesen, løgmaður, sum er virkandi landsstýrismaður í mentamálum, hevur givið Glasi loyvi at fara undir eina professionsbachelor útbúgving innan innovatión og íverksetan við tí endamáli at stuðla menningini av einum fjøltáttaðum vinnulívið og framhaldandi at stimbra íverksetaramentanina í Føroyum. Hetta er liður í politikkinum hjá samgonguni at fjøltátta møguleikarnar at taka útbúgvingar í Føroyum.



Talan er um ein yvirbygning til stuttar framhaldsútbúgvingar, so sum marknaðarførslubúskap, fíggjarbúskap, framleiðslutøkning, og byggitøkning, sum í løtuni kunnu takast á Glasi. Aðrar stuttar framhaldsútbúgvingar geva tó eisini atgongd til hesa nýggju útbúgving. Hetta er sostatt enn ein møguleiki hjá ungum at støðast her á landi.



Útbúgvingin er skipað í samstarvi við CPH Business (Copenhagen Business Academy). Ætlanin er harumframt at samstarva við verandi íverksetaravirksemi í Føroyum.



Útbúgvingin tekur 1½ ár íroknað starvsvenjing.



Fyrsti flokkur verður tikin inn á sumri 2019, og umsóknarfreistin er 1. juni. Ætlanin er at taka næmingar inn á hesa útbúgving annaðhvørt ár.



Meira kunning um útbúgvingina fæst við at venda sær til Glasir.







Mentamálaráðið, 10. februar 2019