Plantupakki frá Vága kommunu


Sum part av umhvørvisdøgunum, letur Vága kommuna borgarum plantupakkar.



Veljast kann ímillum 5 ymisk sløg av platnum. Tað er ein størri planta pr. húski. Pakkarnir verða lætnir mikudagin kl. 16.00 við bygdaskúlan í Miðvági. Tey sum koma fyrst fáa fyrst. Havi egnan posa við.



Tað sum er í pakkanum at velja ímillum eru:



Fagus sylvatica Atropurpurea, Reyðbók ‘Atropurpurea’



Stórvaksið leyvfellandi træ (verður bert miðalstórt í Føroyum). Dimmreyð bløð. Trívst ikki væl her, og krevur tí tey bestu vakstrarlíkindini, t.e. góða lívd og góða, kálkríka mold. Mest nýtt sum staktræ. Avbrigdið er stórvaksin klonur. Úr Danmark.



Escallonia macranta, Eskallonia



Hávaksin veturgrønur runnur. Rættiliga harðførur. Reydligar blómur, og angandi bløð. Trívst best í góðari, gloprutari jørð. Hóskar væl til lívdarál. Natúrlig útbreiðsla: Kili. Okkara tilfar: uppruni úr Orknoyggjum.






Pseudopanax colensoi, Pseudopanaks



Hávaksin veturgrønur runnur. Vanliga antin bert sum kall- ella kvennplanta. Blómurnar hava ein týðiligan hunangsanga, og plantusevjan er serliga kleimin. Trívst best í góðari jørð og lívd. Tolir nakað av skugga. Runnurin hóskar eisini væl at hava í eini stórari krukku, t.d. í eini garðsstovu. Úr Nýsælandi. Maori heitið er Whauwhaupaku.






Olearia macrodonta, Nýsælendsk kristtorn



Stórur, breiðvaksin, veturgrønur runnur. Stór grágrøn grovtent bløð, men uttan tornir. Blómurnar líkar summardáa, í stórum tyssum. Eldri runnar blóma væl. Hóskar væl til girðing. Eingi ávís krøv til jørðildið. Harðførur, tolir væl sjóráma. Ber ein moskuskendan anga. Úr Nýsælandi.






Lonicera periclymenum, Skógar kaprifolia



Leyvfellandi klivrunnur. Hóskar væl at vaksa upp eftir vegginum e.tíl. Bløðini myrkt grøn á rættuni og blálig á ranguni. Blómurnar gullittar ella reyðlittar, anga óføra væl í skýmingini. Trívst best í góðum vakstrarlíkindum, tolir nakað av skugga. Eitt avbrigdi er at finna í fleiri gomlum gørðum. Úr Vesturevropa.