P/f Fiskaaling 50 ár

 Fiskaaling fyllir fimmti týsdagin 22. septembur. Í hesum sambandi verður hátíðarløta í Norðurlandahúsinum týsdagin kl. 15.00.

Partafelagið Fiskaaling varð stovnað í 1970, tí privatur kapitalur ikki orkaði at fullføra tær fyrstu aliroyndirnar. Við tíðini megnaðu teir fyrstu føroysku alioddvitarnir síðani at fáa lønsemi í alingina. Tað gekk tó long tíð, til føroyingar lærdu seg at ala innan fyri teir karmar, sum náttúran setir.

Felagið Fiskaaling hevði ein týðandi leiklut í, at hetta læt seg gera. Í dag arbeiðir Fiskaaling burturav við langskygdari og dygdargóðari gransking, sum hevur til endamáls at byggja upp vitan á altjóða støði til varandi aling.

Bókaframløga

Fleiri fara at bera fram eina heilsan til Fiskaaling í Norðurlandahúsinum, m.a. landsstýrismaðurin í vinnumálum, Helgi Abrahamsen, og umboð frá vinnuni.

Í sambandi við føðingardagin hevur Helgi Jacobsen skrivað eina áhugaverda bók um søguna hjá Fiskaaling. Eftir hátíðarløtuna verður høvi at ogna sær bókina, og høvundurin signerar í forhøllini.

Tiltakið í Norðurlandahúsinum er ókeypis, men vegna COVID-19 tilmælum sleppa bert 100 luttakarar við. Tilmelding skal tí eisini gerast á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum.

Søgulig mynd við Edmund Joensen: Tað er langt ímillum at sigla í fiskakassa og so nútímans tvíkiljurnar.