Pelagiska kríggið – lobbyisman er sterk og lívfrøðin veik

 TÍÐINDASKRIV



 



Pelagiska kríggið – lobbyisman
er sterk og lívfrøðin veik



 



Almennir fyrilestrar við Óla Samró og Jens Christian
Holst



 



Bjóða verður til almennan fyrilestur um,
hvussu lobbyisma og lívfrøði ávirka pelagiska kríggið i Norðuratlantshavinum.



 



Øll londini vilja hava meir, og øll meta tey seg fáa ov lítið.



 



Jens Christian Holst er vorðin kendur, tí hann hevur
bjóða ICES og etableraðu havfrøðingunum av. Hann hevur arbeitt á “Havforskningsinstituttinum”
í Bergen seinastu tjúgu árini, og hevur alment boða frá, at nógv meir av
makreli skal fiskast, tí makrelurin oyðir bæði silda- og botnfiskastovnarnir í
Norra.



 



“Fra
overfiske til underfiske” er heitið á fyrilestrinum hjá Jens Christian
Holst.



 



Óli Samró, fiskivinnugreinari, greinar
spentu støðuna millum strandalondini:



 



·        
Kjarnan
í stríðnum um sild og makrel



·        
Verður
svartkjaftur tað næsta?



·        
Samstarvið
millum Norra og ES



·        
Lobbyisma             



 



Óli Samró hevur
í meir enn tjúgu ár arbeitt við pelagiska kompleksinum eins og
fiskivinnupolitikkinum í ES, og kennir flestu av lobbyistunum, sum arbeiða í
krókunum í Brússel.



 



Á ráðstevnuni
“Pelagisk Dag”, sum var í Ålesund mikudagin 21. august,  løgdu Jens
Christian Holst og Óli Samró greiningarnar fram. Framløgurnar vaktu stóran ans
í norsku fiskivinnupressuni.



 



 



Tíð:                 Mánakvøldið
26. august kl 19.00.



 



Stað:              
Handils- og studentaskúlin á Kambsdali, samkomuhøllin



 



Kostnaður:      Ókeypis



 



Tilmelding:      Ikki neyðug



 



 



 



Óli Samró