Pætur skrivað undir við EB/Streym

EB/Streymur: EB/Streymur hevur skrivað undir sáttmála við Pætur Joensson Petersen.



EB/Streymur leigaði Pætur frá B36 í summar, og eftir summarsteðgin hevur Pætur spælt 14 dystir fyri EB/Streym, har hann hevur skorað 4 mál.



Annars er 19 ára gamli Pætur skálvíkingur, uppvaksin í B71, men síðani 2013 hevur hann spælt við B36, til hann í summar varð útleigaður til EB/Streym. Men nú hevur Pætur so skrivað undir sín fyrsta sáttmála við felag okkara, og tað fegnast vit um. Talan er um 1 ára sáttmála.



Vit ynskja Pætur góða eydnu komandi kappingarár!