Orðið liturgi í Sørvágs kirkju


Frá Vága prestagjaldi.




Orðið liturgi í Sørvágs kirkju.





Sunnudagin 27. okt. verður ljós varpað á orðið:Liturgi.




Tiltakið verðir í Sørvágs kirkju kl. 16.




Tvær framløgur verða við Marjun í Kálvalíð og Ingu Poulsen Dam.




Kirkjuorð goyma yvirhøvur drúgva søgu, teologi, siðvenju, lívsroyndir. Og ofta eru tey ikki bara orð, sum ljóða í kirkjuni, tey nema eisini við gerandislívið uttan fyri kirkjurúmið.Tá kristnilív og fólkalív geva afturljóð í kirkjuorðum, býr eitt yvirskot undir av heimligum tryggleika og kendum innihaldi.




Veri vælkomin



Drekkamunnur verður aftaná í Kirkjuhúsinum.




Prestarnir.