Ongir áskoðarar í mars mánað


FSF: Umboð fyri feløgini í Betri Deildini hjá monnum hava í kvøld (red. mikukvøldið 11. mars) gjørt av, at fyrstu tvey umførini í fremstu deildini verða spæld uttan áskoðarar




Øll feløgini í Betri Deildini hjá monnum vóru savnað í FSF húsinum í kvøld (red. mikukvøldið 11. mars), har støðan í deildini var umrødd, eftir at fyrsta umfar var útsett leygardagin.



Eftir drúgva viðgerð var avgjørt, at allir dystir í Betri Deildini hjá monnum í mars mánað skulu spælast uttan áskoðarar.

– Vit taka tilmælini frá heilsumyndugleikanum viðvíkandi coronasmittuni í størsta álvara. Saman við læknafrøðiliga ráðgeva okkara, Elmari Ósá, hava vit lýst avbjóðingarnar við smittuni fyri feløgunum.



– Eg fegnist um, at FSF og feløgini saman hava tikið avgerð um at spæla fyrstu tvey umførini uttan áskoðarar, sigur Róin Schrøter, varaforseti í Fótbóltssambandi Føroya, við heimasíðuna hjá FSF.

Betri Deildin hjá monnum byrjar sostatt sunnudagin 15. mars, tá 1. umfar verður spælt, uttan áskoðarar.