Ongin nýggjur tilburður staðfestur


Í løtuni er ongin føroyingur staðfestur smittaður við coronasmittuni. Hetta byggir á í alt 10.003 kanningar.



Tað upplýsir Landslæknin, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.



Í alt hava 187 føroyingar fingið staðfest coronasmittuna, og allir 187 eru staðfestir frískir.



146 kanningar vórðu gjørdar í gjár, og allar kanningarnar vóru negativar. Ongin nýggjur smittutilburður er staðfestur í Føroyum síðani 22. apríl. Sostatt hevur ongin fingið staðfest smittu í teimum seinastu 3.733 kanningunum.



Ongin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.