Ókeypis lestrarkort og bíligari skúlabøkur

Í
samband við nýggja skúlaárið hevur Ó gjørt avtalu við Klaksvíkar og Tórshavnar
kommunu um, at lesandi fáa ókeypis lestrarkort. Við lestrarkortinum verður bíligari
at lesa í Føroyum, tí lesandi fáa m.a. avsláttur, tá tey fara á kafé, til
frisør, keypa koyrikort ella fara til tannlækna.



 



Skúlabøkur



Tað
er stuttligt at byrja aftur í skúlanum, men tað er ikki líka stuttligt at
síggja bókalistan, sum lærararnir koma við, tí skúlabøkurnar eta studningin.



-        
Tað var við ringum tannabiti, tá eg
keypti skúlabøkur, tí eg visti, at bøkurnar vóru ov dýrar, sigur Rógvi
Mikkelsen, stjóri á Ó, og fyrrverandi næmingur á handilsskúlanum.



-        
Tískil gjørdu vit avtalu við
bókamiðsøluna í Føroyum og Danmark um, at lesandi í Føroyum fingu møguleikan at
keypa bíligari skúlabøkur.



 



Hvussu og
hvat?



Ert
tú ein av teimum, ið byrjar aftur á miðnámi ella Setrinum, kanst tú skráseta
teg á
www.o.fo og
fáa ókeypis lestrarkort. Skal tú harumframt gera stórar íløgur í skúlabókum,
kanst tú gera tað í sama viðfangi, sum tá tú skrásetur teg, tí skúlabøkurnar
verða seldar online.



 



Tað
kann viðmerkjast, at lestrarkortini eru galdandi fyri allar útbúgvingar í
Føroyum. Alt frá miðnámi til tekniska skúla til vinnuháskúlan og
Fróðskaparsetur Føroya.



 



Les
meir um okkara tilboð og tænastur á
www.o.fo
ella vitja okkum á Facebook.



 



Ó