Nýggjur tekniskur leiðari í Vága kommunu


Vága kommuna hevur avgjørt at seta Tórhall Johansen í starv, sum tekniskur leiðari hjá kommununi.




Tórhallur er útbúgvin byggifrøðingur og hevur drúgvar royndir við projekt- og entreprisuleiðslu innan fyri bygging og anleggsarbeiðið bæði úr Føroyum og uttanlands. Eisini hevur hann royndir við projektering av bæði byggi- og anleggsarbeiðum.




Tórhallur tekur ætlandi við starvinum 1. apríl.




9 umsóknir vóru til starvið.