Nýggj samferðsluætlan handað landsstýrinum

Landsverk: Í dag handaði Landsverk landsstýrismanninum í samferðslumálum, Heðini Mortensen, nýggju dagførdu samferðsluætlanina fyri Føroyar, nevnd “Samferðsluætlan 2018-2030.” Endamálið við eini slíkari ætlan er at vísa á, hvat skal til fyri at tryggja, at samferðslukervið til eina og hvørja tíð nøktar samtíðarinnar krøv og tørv.


Vaksandi fólkatal og ikki minst ferðafólkatal økir trýstið á føroysku landsvegirnar og á samferðslukervið sum heild, bæði á sjógvi og landi.



Vegakervið, sum Landsverk varðar av, og ferjurnar, sum Strandferðslan rekur, eru ein fyritreyt fyri nøktandi menning av samfelagnum. Flestu íbúgvar skulu til og frá arbeiði, skúla og frítíðarvirksemi, vinnan skal ótarnað hava sítt virksemi koyrandi, og ferðafólk fara í alt størri mun at ferðast kring oyggjarnar.



Ein partur av dagførdu samferðsluætlanini lýsir støðuna á teimum pørtum av undirstøðukervinum, ið gerast í alsamt verri standi ár undan ári, tí neyðugu inntrivini ikki verða gjørd. Rakstur og viðlíkhald mugu raðfestast hægri politiskt og takast í størri álvara, og hava tí fingið eitt serligt pláss í nýggju samferðsluætlanini. Somuleiðis verður nógv gjørt burtur úr ferðavinnuni, ið veksur nógv í hesum árum, sum økir um avbjóðingarnar í ferðsluni, eins og brúk er fyri eitt nú fleiri dvalarvikum fram við landsvegnum.



Víst verður á, at eitt væl virkandi undirstøðukervi er ógvuliga samansett, og tað krevur góðar fakligar førleikar at halda tað á einum høgum støði. Trygd má vera fyri, at eitt nú íløgur í samferðslukervið verða framdar á ein slíkan hátt, at samfelagið fær mest møguligt burtur úr hesum íløgum.



Við eini yvirskipaðari ætlan er lættari at tryggja heildarmyndina, har alt spælir saman – eisini í framtíðini.



Í samferðsluætlanini er yvirlit yvir størri íløguætlanir komandi árini, sum verða lýstar við fakligum loysnum og kostnaðarmetingum, so tíðarætlanir kunnu gerast.



Eitt av høvuðsmálunum tey seinnu árini hevur verið at knýta oyggjarnar saman, og tí eru ferðatíðirnar at flyta seg úr einum parti av landinum til ein annan, munandi styttar. Málið er, at ferðatíðin til og úr høvuðsstaðnum ikki skal vera longri enn ein tími, óansæð hvar í landinum, tú ert staddur. Nevnast kann, at ein møguligur suðuroyartunnil fer at stytta ferðatíðina til Havnar niður í umleið ein tíma.



Samferðsluætlanin er evnað til í góðum samstarvi millum Landsverk, Strandferðsluna og onnur, ið virka á ella hava áhuga í samferðsluøkinum. Ætlanin verður tikin upp til endurskoðan og dagføringar við jøvnum millumbilum, og hetta er triðja útgáva av samferðsluætlanini. Tann fyrsta kom í 2007, onnur útgávan í 2012, og hetta er sostatt tann triðja útgávan í røðini.



Nýggjasta útgávan av samferðsluætlanini kann takast niðurher