Nýborg skal landa til Varðan Pelagic

Nýborg kom undir land í gjár eftir at hava roynt eftir makreli á feltinum vestur úr Hetlandi. Nýborg hevur fingið 700 tons av makreli, sum teir skulu landa til Varðan Pelagic. 

Nýborg sleppir væntandi framat at landa týsdagin.