Norðingur hevur fiskað sildakvotuna

 Norðingur kemur á Kollafjørð í nátt við góðum 800 tonsum av sild, sum teir hava fiskað í íslendskum sjógvi.

Teir skulu byrja at landa kl. 8 í morgin.

Norðingur hevur nú fiskað alla sildakvotuna, sum teimum varð tillutað.