Norðingur er komin inn

Um 20 tíðina í kvøld kom Norðingur á Fuglafjørð.

Norðingur hevur verið á svartkjaftaveiðu, og fór beint eftir middag at sigla inn av svartkjaftafeltinum.

Norðingur hevur henda túrin fiskað 1.000 tons av svartkjafti, sum teir landa til Havsbrún í Fuglafirði.