Nokk er nokk - tiltak við Løkin


- Í 2002 vóru 8.391 fólk í almennum starvi og í dag eru yvir 10.207, segði Símun Hammer frá Eysturoyar Vinnufelag á fundinum “Nokk er nokk”, sum var í skúlanum við Løkin í gjárkvøldið.




Á væl møtta fundinum við Løkin, høvdu Jørgen Niclasen, form. Fólkafloksins og Símun Hammer frá Eysturoyar Vinnufelag framløgur.



Símun Hammer vísti ma. á, at vinnupolitikkur fyri Føroyar var gjørdur í 1999 og í dag liggur hann bert í eini skuffu. Tað er alneyðugt, at hesin verður tikin fram aftur og dagførdur.



- Vinnan má hava tryggar og varandi karmar, segði Símun Hammar.



Hann vísti á talið av almennum og privatum starvsfólkum í ávikavist 2002 og í 2017.



- Í 2002 vóru 16.075 fólk í starvi hjá tí privata og í 2017 var talið 16.008 starvsfólk.



- Hinvegin er talið av fólki í almennum starvi vaksi nógv. Í 2002 vóru 8.391 í almennum starvi og í 2017 er hetta tal vaksi upp um 10.207.



Símun Hammar setti spurnartekin við, hví hesi 16.000 fólkini í starvi hjá tí privata, vóru blivin so nógv dýrari hjá tí almenna at umsita.



Jørgen Niclasen vísti á øll gjøldini, sum sitandi samgonga hevur álagd borgarum og vinnu. Hann nevndi ma. bensin- og dieselavgjaldið á akfør, avgjaldið á smyrjiolju, vektgjaldið á akfør hækkar, tinglýsingaravgjaldið, umhvørvisavgjald og kringvarpsgjald.



Hann nevndi eisini hækking av skatti til barsilsskipan, hækking av skatti til Samhaldsfasta og ætlanirnar hjá samgonguni og Sjálvstýri at hækka skattin til Samhaldsfasta einaferð ernn.



- Tíðin er komin til at “Siga frá”. Nokk er nokk, segði Jørgen Niclasen.



Hann vísti eisini á, at tað verður serliga ringt, um ein velur at stovna sína egnu fyritøku.



- Tá verða øll gjøldini dupult. Tá skal ein rinda ALS-gjald, Barsinsgjald, Samahaldsfasta og Kringvarpsgjald av síni egnu løn. Men sum fyritøka, skal ein rinda sum arbeiðsgevari eisini.



- Dupult gjald av øllum er alt annað enn vinnuvinarligt.



Lívligt orðaskifta var á fundinum og fundarfólkini vóru samd um, at her má okkurt gerast. Nokk er Nokk.