Nógv fólk stóðu eftir á Krambatanga

Tá ið avloysaraskipið hjá Smyrli - Prince - fór av Krambatanga klokkan 17 seinnapartin vóru tað nógv fólk og fleiri bilar, sum stóðu eftir á Krambatanga. 

Sambært SSL so tekur Prince 250 bilar, tað eru 50 fleiri enn hvat Smyril ger. Trupuleikin er tó at Prince bert tekur 365 ferðafólk ímóti teimum gott 1000 sum Smyril ger.

Prince ger bert tveir túrar um dagin, og tí sleppa tey fólkini sum ikki sluppu við klokkan 17 ikki norðeftir fyrr enn klokkan 7 fyrrapartin í morgin.