Neistin og KÍF vunnu

Í gjár vóru tveir dystir í Burn-deildini hjá monnum spældir. 

Í Havn var StÍF á vitjan hjá Neistanum. Neistin vann dystin 37-26, eftir hálvleiksstøðuna 18-15. Herbjørn Lava var toppskjútti hjá heimaliðnum við 8 málum. Hjá StÍF fekk Jóannes Prestá 9 mál.

Í Kollafirði fekk KÍF síni fyrstu stig tá ið Kyndil var á vitjan. KÍF vann dystin 27-19, eftir hálvleiksstøðuna 14-8. Hans Eli Sigurbjørnsson spældi sín fyrsta dyst hetta kappingarárið, og fekk hann 9 mál. Hjá Kyndli var Kristoffur Bjørgvin toppskjútti við 4 málum.

StøðanDystirVunnin málTapt málMunurStig
 NEISTIN26553124
 VÍF25644124
 H7113417172
 TEAM KLAKSVÍK2454142
 KÍF3706912
 KYNDIL36278-162
 STÍF36999-300