Myndir: Steikin var royndarkoyrd í kvøld


Í morgin letur nýggj matstovan í Havn upp fyri almenninginum. Nýggja matstovan í miðbýnum í Havnini ætlar at leggur eyka dent á tilboð til familjur. Maturin verður serveraður sum buffet, tey koma at hava yvir 20 ymiskar rættir at velja ímillum. Nýggja matstovan kann samanberast við konseptið ”Flammen” í Danmark, sum nógvir føroyingar kenna.




Navnið á matstovuni er ”Steikin” og hon vendir sær m.a. nógv til familjur, sum hava børnini við út at eta, tí har verður eitt stórt innandura spælipláss á umleið 150 fermetrar í kjallaranum, sum allir gestirnir í matstovuni kunnu brúka ókeypis.



Stigtakararnir til hesa matstovuna eru Ruben Busk, Terji Sørensen og Sigfríður á Plógv Hansen.




Í kvøld var Steikin royndarkoyrd fyri vinum og kenningum.

Opið verður soleiðis:

Hós: 17:00 til 21:00

Frí: 17:00 til 22:00

Ley: 14:00 til 22:00

Sun: 14:00 til 21:00



Les meira her.