Móttøka fyri Saritu Kristinu Hansen, EM og DM meistara í inniróðri

 Seinnapartin í dag hevði Vága Kommuna móttøku fyri Saritu Kristinu Hansen, sum bæði er EM og DM vinnari.

Fitt av fólki var til móttøkuna, har borgarstjórin helt røðu og handaði Saritu blómur og gávukekk, eisini segði Marianna Simonsen nøkur orð.

Kommunan bjóðaði kaffi og køkur, fólkið hugnaði sær og sæt eina góða løtu og prátaði á kommunuskrivstovuni.