Móti Danmark mikudagin 7. oktober


Umframt teir seks UEFA Nations League dystirnar, skal A-landsliðið við monnum eisini spæla tveir venjingardystir í heyst. 7. oktober móti Danmark, og 11. november móti Litava



Mikudagin 7. oktober verður MCH Arena í Herning karmur um venjingardyst millum Danmark og Føroyar. Talan er um A-landsliðið við monnum, sum í heyst ætlandi skal spæla tveir venjingardystir, umframt teir seks dystirnar í UEFA Nations League.



Upprunaliga skuldi venjingardysturin móti dønum verðið spældur í mars mánað, men koronafarsóttin vildi tað øðrvísi, og dysturin bleiv útsettur. Nýtt dato er nú funnið, og sostatt verður ársins fyrsti landsdystur hjá monnum, og fyrsti dystur við Håkan Ericson sum føroyskum landsliðsvenjara, ímóti Danmark.



Í januar mánað segði Håkan Ericson soleiðis við heimasíðuna hjá FSF:



– Eg gleði meg at koma í gongd sum føroyskur landsliðsvenjari, og eg síggi við stórum spenningi fram ímóti hesum dystinum. Sum svenskari er tað altíð nakað serligt at møta Danmark, og tað er ikki minni serligt fyri føroyingar og Føroyar.



Hvussu verður við áskoðarum til dystin millum Danmark og Føroyar er ógreitt í løtuni, men kunnað verður um hetta skjótast tilber. Á MCH Arena er pláss fyri umleið 10.000 áskoðarum.



Seinni venjingardysturin í ár hjá A-landsliðnum við monnum verður á útivølli móti Litava mikudagin 11. november, og verður hetta samstundis fyrireiking til seinastu dystirnar í UEFA Nations League.



Venjingardystirnir hava samstundis við sær, at smávegis broytingar verða í skránni fyri UEFA Nations League, har Føroyar eru í bólki saman við Lettlandi, Andorra og Malta.



Skráin
3. sept. Føroyar – Malta
6. sept. Andorra – Føroyar
7. okt. Danmark – Føroyar (venjingardystur)
10. okt. Føroyar – Lettland
13. okt. Føroyar – Andorra
11. nov. Litava – Føroyar (venjingardystur
14. nov. Lettland – Føroyar
17. nov. Malta – Føroyar