Mitt í sjónum - føroysk shippingvinna á Torradøgum


Mitt í sjónum: føroysk shippingvinna, týskvøldið 19. februar kl. 19.30 í Spinnarínum í Klaksvík




Hvør er búskaparligi týdningurin av shippingvinnuni fyri Føroyar og aðrar vinnur? Og hvussu kann shippingvinnan fáa betri karmar og skapa størri inntøkugrundarlag í Klaksvík?



Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður og formaður í Fólkatingsins arktiska arbeiðsbólki bjóðar til spennandi framløgur og kjak um føroyska shippingvinnu og um umstøðurnar hjá vinnuni í Klaksvík.




Skrá:



- Møguleikar mitt í sjónum: Sjúrður Skaale, Fólkatingsmaður



-Shipping og virðisskapan í Føroyum: Esther Dahl, ráðgevi í Vinnuhúsinum og fyri Reiðarafelagið fyri handilskip



-Farmaflutningur í norðuratlantshavinum: Bogi P. Nielsen, stjóri í Faroe Ship



- Pallborð og kjak við: Esther Dahl (Ráðgevi fyri Reiðarafelagið fyri handilskip) // Bogi P. Nielsen (Stjóri í Faroeship) // Frimodt Rasmussen (Stjóri á KSS) // Tummas Lervig (Formaður í Vinnu- og Havnarnevndini)



Orðstýrari: Óluva Zachariasen