Metstórur stuðul frá Team Rynkeby


Metstórur stuðul frá Team Rynkeby



Innkomna peningaupphæddin í ár er 1.407.000 kr.



Peningurin, sum Team Rynkeby Føroyar savnaði inn í sambandi við túrin til París í ár, varð handaður forkvinnuni í Krabbameinsfelagnum, Jansy Gaardlykke, á samkomu í Aulini í Finsen í dag.





Tá Team Rynkeby á sinni byrjaði varð stuðulin einans latin børnum við krabbameini og familjum teirra. Hetta er nú broytt soleiðis, at Team Rynkeby letur stuðul meira breitt, nevniliga til børn við hættisligum sjúkum og familjur teirra, og sostatt eisini til børn við til dømis lungna- og hjartasjúkum.





Team Rynkeby vil við hesum so miriliga takka fyri allan stuðul og styrk sum privatpersónar, feløg, fyritøkur og kommunur á ymsan hátt veita okkum í okkara stremban eftir at gera nakað gott fyri onnur, samstundis at vit gera nakað gott fyri okkum sjálvi.