Manning til SAR Sverri


Manning til SAR Sverri


Leitað verður eftir tveimum kvinnum/monnum at hava fastar vaktir í vaktbólki 1 og 2. Fólkini skulu kunna átaka sær uppgávuna sum bjargari ella stýrimaður og maskinfólk.

Vit hava 6 fastar manningar (24 fólk), sum hava vakt 6. hvørja viku. Umframt hetta, hava vit fólk, sum tekur vaktir, tá ið tað er neyðugt. Uppgávan er ólønt.

Tað er ikki meiri bindandi enn so at hava vakt, at um man skal okkurt, er altíð onkur at taka yvir. Tú skalt ikki sjálv/ur finna tín avloysara, tá ið tú ikki ert tøk/ur.

Við at vera partur av manningini á Sverra, sleppur tú at røkja nógvar spennandi uppgávur. Báturin verður kallaður út av MRCC, um tørvur er á hjálp. Tú fær upplivingar og royndir, sum t.d kunnu gera títt CV meiri innbjóðandi, tá ið tú skalt søkja arbeiði ella kjans.

Tað er ikki neyðugt at hava royndir frammanundan. Tú verður uppvand/ur. Einasta krav er, at tú ert álítandi, og at tú ert yvir 18 ár.

Sverri er bjargingarbátur, ið arbeiðir út frá Vágum. Hann liggur í Miðvági. Vága bjargingarfelag rekur bátin.

Um tú hevur áhuga í hesum, kanst tú skriva til Finnur Joen-Jacobsen á facebook ella á finnurjj@gmail.com