Málstríðið er ikki av


Løgtingið hevur nú viðgjørt uppskot um nýggja rættargangslóg fyri Føroyar.






Ein av grundsúlunum í fólkaræðinum er rættarskipanin. Fyri okkum hevur tað alstóran týdning, at vit fáa rættarskipanina á føroyskar hendur.





Nú er í staðin eitt uppskot komið, sum er eitt beinleiðis avrit av donsku rættargangslógini, og sum beinleiðis hevur til endamáls, at vit gerast ein samrunnin partur av donsku rættarskipanini. M.a. ger lógin so, at danskt verður rættarmál Føroya. Hetta mótmæla við staðiliga!





Tí løgdu vit fram eitt broytingaruppskot, sum hevði til endamáls at javnseta føroyskt og danskt í rættarskipanini. Hetta feldi samgongan!





Tað liggur eitt drúgt stríð til grund fyri, at vit í dag hava eitt føroyskt mál. Tað er ikki runnið upp úr turrum, men er ein beinleiðis sigur, sum tjóðskaparrørslan hevur vunnið okkum.





Tað átti at verið púra sjálvsagt, at vit skulu hava føroyskt rættarmál, men tað heldur samgongan ikki. Tískil er málstríðið als ikki av enn.







Fólk sum skulu fyri rættarskipanina eru í sera veikari støðu. Kanska veikastu støðu nakrantíð. At skula tosa eitt annað mál í slíkari støðu kann gera støðuna enn verri. Og hvussu íðin eru fólk eftir at biðja um tulk, at biðja um tænastu, frá einum sum skal døma tey?





Tað er ein natúrligur rættur hjá føroyingum at tosa føroyskt í Føroyum, og at vit hava føroyskt sum rættarmál.





TJOÐVELDI