Lisitatión um nýggjan Hvalbiartunnil


ÚTBJÓÐING: Seinnapartin í dag var lisitatión á Landsverki í sambandi við gerð av nýggjum Hvalbiartunli. Trý feløg vóru undangóðkend at bjóða, og lægsta tilboðið eigur Articon & LNS, sum vilja gera nýggju farleiðina millum Hvalba og Trongisvág fyri stívar 236 mió. krónur.




Í september í fjør bjóðaði Landsverk arbeiðstakarum at søkja um undangóðkenning til at byggja nýggjan Hvalbiartunnil. Trý feløg vórðu undangóðkend, sum eru J&K Petersen, Articon og NCC.



Klokkan 13 í dag var lisitatión á Landsverki, og inn komu tvey tilboð frá tveimum av undangóðkendu arbeiðstakarunum.



Lægra boðið eiga Articon, sum vilja gera arbeiðið fyri stívar 236 milliónur krónur. Hægra tilboðið eigur J&K Petersen, ið bjóðar seg fram at gera verkætlanina fyri slakar 318 milliónur krónur.



Nýggi tunnilin verður gjørdur frá Gjánhamri í Trongisvági til Niðastabotn í Hvalba, og landsvegir verða gjørdir frá tunnilsmunnanum trongisvágsmegin til verandi landsveg í Trongisvági og frá tunnilsmunnanum hvalbiarmegin til Nesveg, tætt við brúnna um Kjógvavatn.



Landsverk sum byggiharri og LBF sum ráðgevi fara nú undir at kanna tilboðini, og síðani taka støðu til tey. Kostnaðarmetingin av arbeiðstakaraútreiðslunum er 242 mió. krónur.

Fakta um nýggjan Hvalbiartunnil
Tunnilslongdin verður 2,5 kilometrar, tilkoyringarvegurin trongisvágsmegin 1,4 kilometrar, og hvalbiarmegin 2,4 kilometrar. Samlaði kostnaðurin fyri er sambært verklagslógini 272 milliónir krónur. Umframt arbeiðstakaraútreiðslur fevnir samlaða játtanin eisini um prosjektering, prosjektleiðslu, ráðgeving, eftirlit, elarbeiðstøku og annað.

Fakta um verandi Hvalbiartunnil
Hvalbiartunnilin, sum var tikin í nýtslu í 1963, er elsti tunnil í Føroyum. Nakrar dagføringar eru gjørdar, men tunnilin er lágur og einbreytaður. Bæði tunnil og vegur liggja høgt, eins og vegurin eru smalur og í brattara lagi. Tunnilin lýkur ikki dagsins krøv til trygd, dygd og ferðslu, eins og farleiðin er ein forðin fyri vinnumenning og útbyggingum í bygdunum norðan fyri tunnilin.


Kelda: LV.fo