Langar útmynstringar


Finn Hansen skrivaði á Facebook í gjár:



Í dag varð Merkið vundið á stong í Føroyum, men her umborð bleiv Dannebrog og Mærsk stjørnan tikin niður, tí skipið hjá okkum er selt, og bleiv avleverað til teir nýggju grisku eigarnar her í Pireaus, í Grikkalandi.
Vit sum hava verið stytst umborð, hava verið innistongdir í 5,5 mánaðar, og teir sum hava verið longst, hava verið innistongdir í 9,5 mánaðar, uttan at nakar hevur fingið loyvi at seta fótin niður á keiðina, síðani vit komu umborð pga. Korona.
So tað er einki at sigatil, at lagið var gott á monnum í dag.
Vónandi verður hettar fyrstu og einastu fer, at man upplivur eina slíka útmynstring.
Nú verður tað okkara túrur at slappa av restina av árinum.
Góða Ólavsøku.



Finn Hansen eigur eisini myndirnar.