Landsverk mælir til at gera Sandavágstunnil

Í gjár handaði Landsverk landsstýrismanninum í samferðslumálum, Heðini Mortensen, nýggju dagførdu samferðsluætlanina fyri Føroyar, nevnd “Samferðsluætlan 2018-2030.” Endamálið við eini slíkari ætlan er at vísa á, hvat skal til fyri at tryggja, at samferðslukervið til eina og hvørja tíð nøktar samtíðarinnar krøv og tørv.


Í samferðsluætlanini sæst, at Landsverk mælir til at gera ein Sandavágstunnil


NÚVERANDI STØÐA 

Verandi vegur frá landsvegnum oman fyri Fútaklett
til Vatnsoyrar er 14,2 km langur, meðan vegurin frá
Fútakletti til Sandavágs er 6,3 km langur.
Á teininum frá Vágatunlinum til flogvøllin eru tveir
høvuðstrupulleikar hjá ferðsluni. Tann fyrri er um
Sandavágsháls, har vegurin liggur høgt (220m) og
er brattur, og tann seinni er trupulleikin at koyra
ígjøgnum bygt øki í Sandavági og Miðvági.
Í 2017 var ársmiðalferðslan í Vágatunlinum 1.625 akfør
um samdøgrið. Millum Sandavág og Miðvág var
gerandisferðslan 4.000 bilar, og millum Miðvág og
Vatnsoyrar var gerandisferðslan um samdøgrið 3.100
bilar. Um árskiftið 2018 búðu 2.015 fólk í Sandavági og
Miðvági, og 1.202 í bygdunum vestan fyri Miðvág; t.e.
tilsamans 3.217 í oynni. Øll ferðsla til og av flogvøllinum
fer eisini hendavegin, sum er ein høvuðsferðsluæðr.

MØGULIGAR LOYSNIR:

Loysn 1

SANDAVÁGSTUNNIL: Tunnil frá landsvegnum við Fútaklett til Sandavágs, har syðri
tunnilsmunnin er í 100 metra hædd. Tunnilin er 3 km langur,
og tað er ikki stórvegis vegagerð, ið skal gerast. Ferðslan er
væntandi tann sama sum í Vágatunlinum, 2.300 akfør um
samdøgrið. Fjarstøðan millum Fútaklett og Sandavág styttist
við 1,4 km. 

Umkoyringarvegur um Sandavág og Miðvág er eisini verdur
at hyggja eftir. Hann er 5,5 km langur og kostar 110 mió. kr. Tá
fer gjøgnumgangandi ferðslan uttan um bygt øki. Fjarstøðan
millum Fútaklett og Vatnsoyrar við umkoyringarvegnum styttist
við 2,3 km. 

Ein annar møguleiki enn ein umkoyringarvegur er at gera ein
tunnil norðan fyri Sandavág til vestan fyri Miðvág. Teinurin er 4
km og fer at kosta 320 mió. kr. 

Ein tunnil norðan fyri Miðvág væntast ikki at lætta um ferðsluna
gjøgnum bygdina so mikið sum ein umkoyringarvegur vildi
gjørt. Tí verður ikki mælt til at gera tunnil um Miðvág. 

Sí linjuføringina á kortinum. 

LOYSN 2 

VATNSOYRARTUNNIL: Tunnil frá landsvegnum við Fútaklett til Vatnsoyrar. Báðir
munnar eru undir 100 metra hædd, og tunnilslongdin 6 km. 

Tunnilin væntast at hækka um ferðsluna eitt vet, tí teinurin úr
Vágatunlinum til Sørvág styttist. Tað væntast at koyra 3.200
bilar um samdøgrið gjøgnum ein Vatnsoyrartunnil. 

Fjarstøðan millum Fútaklett og Vatnsoyrar styttist við 6,9 km. 

Sí linjuføringina á kortinum. 

LOYSN 3 

DAGFØRING AV VERANDI VEGI: Vegurin kann dagførast við eini eyka koyribreyt til tunga ferðslu
um Sandavágsháls og ferðslutrygdartiltøk gjøgnum Sandavág
og Miðvág. 

Sí linjuføringina á kortinum.

KOSTNAÐARMETING 2018 

Mynd 1 er ein kostnaðarmeting sett upp av hvørjari loysn og
árligum útreiðslum av rakstri og viðlíkahaldi (R/V). 

Eingin av loysnunum er prosjekterað, og tí er ikki møguligt
at gera eina neyvari prísmeting. 

Allar loysnirnar eru mettar út frá standardprísum fyri líknandi
verkætlanir. 

Fyrilit er tikið fyri óvissum í slíkum verkætlanum við ± 10 %
í sambandi við eindarprísin, og tí er torført at gera neyvari
kostnaðarmeting. 

Upphæddirnar eru í 2018-prísum í mió. kr.

RAKSTUR OG VIÐLÍKAHALD (R/V)

Øll verkløg eru tengd at rakstri og viðlíkahaldi. Sparingar kunnu
vera, um gomlu vegirnir ella tunlarnir ikki skulu røkjast ella
viðlíkahaldast meira. 

Talvan lýsir hetta sum avlopsveg og –tunnil. Tó kunnu verandi
vegir verða nýttir til neyðsynjarflutning, tilbúgvingar, aðra
møguliga farleið, tá arbeiði er í tunlinum ella í sambandi við
ferðavinnu, og tá eru eisini útreiðslur til rakstur og viðlíkahald
íroknaðar. Harafturat er játtanin til rakstur og viðlíkahald minni
enn tað, sum mælt verður til, í mun til best hóskandi raksturin,
og tí er sparingin lítil.

Rakstur: Rakstraruppgávur eru av at veita streym til ljósútgerð,
vanligt reinhald, reinsing av dreni og veitum, vetrarhald og
vegamerking. 

Viðlíkahald: Útskifting av perum í ljósútbúnaðinum, asfaltering
15.-20. hvørt ár og útskifting av bilverju.
Upphæddirnar eru í 2018-prísum og pr. ár í mió. kr. Sí mynd 2.

TILMÆLD LOYSN 

Landsverk mælir til loysn 1, sum er tunnil til Sandavágs og
umkoyringarvegur um Miðvág.

AVLEIDDAR VERKÆTLANIR 

Tað eru ongar avleiddar verkætlanir, men verður loysn 1 vald,
má vegurin á Sandavágshálsi dagførast. 

SAMVIRKAN AV ØÐRUM VERKÆTLANUM 

Ongar verkætlanir

KOSTNAÐARMETING Í 2018 PRÍSUM:
315-385 mió. kr. við einum árligum rakstri
og viðlíkahaldi á 3,7 mió. kr. Neyvari kostnaður
fæst eftir prosjektering og útbjóðing.