Landssjúkrahúsið letur aftur fyri vanligum vitjanartíðum


Vísandi til núverandi støðuna viðvíkjandi COVID-19 smittu, verður latið aftur fyri vanligum vitjanartíðum á Landssjúkrahúsinum komandi tíðina.


Einans í heilt serligum førum kunnu avvarðandi vitja sjúklingar. Í teimum førum skal avtala gerast við deildina frammanundan við at ringja til Landssjúkrahúsið á tel. 30 45 00 og umbiðja deildina, har sjúklingurin liggur.

Vitjandi skulu bera munnbind, tá vitjað verður.